140x140

Pussa silvur

 
Tað ber til at fáa skínandi blankt silvur og prýði uttan at brúka silvurreins. Eitt sindur av salti, bakipulvuri, vatni og silvurpappíri megnar arbeiði.
 
Tað er ikki altíð so lætt at pussa silvurborðbúnað og -prýði, sum er smátt og mynstrut, við vanligum silvurreinsi, t.d. silvur til føroysk klæði.
 
Tá er hetta ein betri máti:
  1. Klæð ein bolla innan við silvurpappíri. Vend ta blonku síðuna upp.
  2. Stoyt sindur av lunkaðum vatni í og koyr 2 spsk. av salti og 2 spsk. av bakipulvuri í.
  3. Legg silvurprýði í og lat tað liggja til tað sær blankt út, kanska ein tíma ella so.
  4. Tak tað upp, skola væl og turka við einum mjúkum klúti ella handklæði.
Úrslit: strálandi blankt silvur!
 
Ikki brúka henda framferðarhátt til silvurprýði við steinum, perlum ella til silvur, sum er oksiderað.

Dømi um dálkandi evni, sum kunnu vera í evnum at pussa silvur

Burturbeining

Silvurpappír kanst tú skilja sum metal. So hjálpir tú eisini við at endurnýta og endurvinna aluminium. Annars kann tað koyrast í burturkast sum skal brennast. Les meira um burturbeining av burturkasti her.

Les hvat onnur skriva

 
 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Pussa silvur